Samanbresturin var tætt við bygdina Nigu í Budgam-økinum, og indiska herleiðslan sigur, at teir tríggir menninir vóru úr víðgongda muslimska loysingarfelagsskapinum Hizbul Mujaheddin.
Samanbresturin var, júst tá bretski forsætisráðharin, Tony Blair, kom til pakistanska høvuðsstaðin Ismalabad. Har skal hann tosa við Pervez Musharaf, forseta um tey spentu viðurskiftini millum tey bæði grannalondini.
Blair kom til Pakistan úr indiska høvuðsstaðnum New Dehli, har hann hitti Atal Behari Vajpayee, forsætisráðharra. Á fundinum fekk Blair at vita, at India er hugað fyri einari friðarligari loysn á kreppuni, men at Pakistan afturfyri skal binda seg til at gevast við stuðlinum til teir víðgongdu loysingarfelagsskapirnar í Kashmir.
India vil vera við, at Pakistan hjálpr teimum hernaðarligu muslimsku felagsskapunum í Kashmir, men tað avsannar stjórnin í Islamabad.
Amerikanska stjórnin hevur boðað frá, at hon tekur undir við royndunum hjá bretska forsætisráðharranum at fáa India og Pakistan til samráðingarborðið.