Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, varð í gjár í Washington, har amerikanski forsetin, George W. Bush, handaði honum amerikanska Frælsisheiðursmerkið fyri munagott arbeiði fyri friði og vælverui í heiminum. Í sambandi við handanina segði Bush, at hann metti Blair sum ein vinmann, ið ein kundi líta á, og hann nevndi bretska stuðulin til amerikanska bardagan ímóti yvirgangi. Umframt Blair heiðraði Bush fyrrverandi avstralska forsætisráðharran John Howard og forsetan í Kolombia, Alvaro Uribe.