Kendi og væl seljandi croonarin Tony Bennet kunngjørdi herfyri, at hann hevur alzheimers.
Sjúkuna fekk hann staðfesta í 2016, men hann hevur ikki verið alment frammi um hetta fyrr enn nú.
Hóast sjúkuna, heldur 94 ára gamli Bennet fram við arbeiðinum við ætlaða framhaldinum av Cheek to Cheek, ein duett-útgáva, sum hann gav út saman við Lady Gaga í 2014. Hendan næsta útgávan er ætlað at koma út í vár.
Útlendskir miðlar vita at siga, at alzheimerssjúkan hjá Bennet ikki fer fram við miklari ferð, men spakuliga.
Bennet er úr New York, og byrjaði stórfingnu yrkisleið sína í 1945. Hann hevur vunnið 19 Grammy Awards og hevur selt fleiri enn 50 milliónir plátur kring allan heim.
##med2##
Tony Bennet og Lady Gaga