– Tobakken í Esbjerg hevur verið karmur um nakrar tónlistarligar perlur við føroyskum kreftum. Alt frá dansibandstónleiki til góðan rokk hava festivalgestirnir fingið gleði av, siga fyrireikararnir.
Ein sangur og annar við fantastiskum sangarum og tónleikarum hevur rungað, og enntá ljóðmaðurin kom úr Føroyum.
##med2##
Millum áhoyrarnar vóru annars ikki bara føroyingar. Her hava millum annað verið fólk úr Slovenia, Týsklandi, Íslandi, Hollandi og sjálvandi Danmark.
– Frá øllum sum vit hava tosað við er nøgdsemi og gleði tað, sum tey taka við sær frá hesum frálíku upplivingunum hesar dagar í Esbjerg, sigur Gudmundur Djurhuus, festivalfyrireikari.