Tunnilsdagin 29. september spælir grønlendska stjørnan Nive Nielsen í Spaniastovu.
Hetta er hennara fyrsta vitjan í Føroyar. Nive spælir saman við bólki sínum - The Deer Children - nakað so sermerkt sum “inuit-indie”.
Á konsertferðum sínum vitjar hon eins regluliga smáar bygdir í Norðurgrønlandi sum kendar tónleikapallar í Los Angeles. Tónleikurin, sum til tíðir ber brá av Americana, er sterkur og opin, settur til ævintýrakendar tekstir.
Í 2016 fekk Nive mentanarvirðislønina hjá Krúnprinsaparinum ”Stjernedrysprisen”, og í 2017 fekk hon eina av høvuðsleiklutunum í nýggju sjónvarpsrøðini hjá Ridley Scott ”The Terror”.
Konsertin er partur av konsertrøðini PULS, sum er eitt samstarv millum Spaniastovu, Norðurlandahúsið og Listastovuna.