Leirvíkar Bátasavn hevur mangan verið karmur um mong minnilig tiltøk, og mong hava vitjað henda prýðiliga mentanarstað millum ár og dag.
Sunnudagin 6. september klokkan 16 verður aftur bjóðað til eina løtu í Leirvík við tónleiki og frásøgn.
Tað verða Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg á flygul, sum fara at framføra. Í apríl spældu tær til fernisering hjá málaranum, Michael Kramer í Gallerí LB í Keypmannahavn.
Til løtuna í Leirvíkar Bátasavni velja Monika og Birgitte ein part av programminum, sum tær framførdu í Gallerí LB í Keypmannahavn. Hetta snýr seg meira um lættan og undirhaldandi tónleik sum eitt nú Kreisler, Heifetz, Léhar og onnur.
Í samband við, at prentsmiðjan Estra í Gøtu hevur 50 ára jubileum í ár, fer Gunnvá við Keldu stjóri, at greiða frá um fyritøkuna og teirra søguligu framgongd.
Tað er hvørja ferð ein stórhending, tá ein miðalstór føroysk fyritøka rundar tey fimmti árini. Stig G. Rasmussen legði grundarsteinin undir Estra, tá hann fyri hálvari øld síðan byrjaði at arbeiða í pakkhúsinum Úti á Lofti í Syðrugøta.
Spennandi og forvitnisligt verður at frætta meira um tilgongdina hjá hesi virknu fyritøku.
- Tiltakið í Leirvíkar Bátasavni varar í umleið ein tíma. Eingin steðgur verður, men eftir framførslu og framløgu eru øll vælkomin at steðga á eina løtu til ein drekkamunn og at njóta hugnaliga umhvørvið á savninum.
Fyrireikararnir siga, at atgongumerki á 30 krónur fáast við dyrnar í Leirvíkar Bátasavni.