Leygarkvøldið var Grand Prix tónleikakappingin í Finlandi, og vinnarin av kappingini gjørdist punkbólkurin Pertti Kurikan Nimipaivat (PKN).
Tað, sum er serligt við hesum bólki, er, at fýra mans við menningartarni manna bólkin, og teir eru blivnir sera væl umtóktir. Teir fingu heili 37 prosent av atkvøðunum frá hyggjarunum og vunnu tí kappingina. Sangurin hjá teimum er bert 87 sekund og kallast ”Aina Mun Pitaa”, sum kann týðast til ”Altíð skal eg”.
Omanfyri ber til at síggja video av framførsluni hjá PKN.