Tondeo í nýggj høli

Síðani 1999 hevur Salong Todeo á Skála húsast í leigaðum hølum oman fyri bátahylin. Eydna í Billustovu, sum eigur og rekur salongina, var einsamøll um hesa fyrstu árini, men síðani 2001 hava hon og Gudna Berg Mikkelsen starvast í hølunum. Nú flyta tær báðar so í nýggj høli við Skálaveg 45, har Byggiservice áður helt til. Hølini eru umvæld og innrættað sum frisørsalong, og tær báðar eru sum vera man fegnar um stásiligu umstøðurnar, sum tær nú kunnu virka undir.