Vit mugu fara til verka, og tað ongantíð ov skjótt fyri at gera tað liviligari hjá útlendingum, sum flyta til Føroya at búgva.
Tað halda tey báði, Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi, og Helena Dam á Neysta, sum í løtuni er á tingi fyri Javnaðarflokkin.
Gunvør Balle hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at samtykkja, at øll tey ymsu átøkini, sum eru nevnd í integratiónsálitinum, eisini verða framd í verki.
Tað eru nú fýra ár síðani, at ein nevnd hjá vinnumálaráðnum gjørdi eitt álit, har víst varð á, hvørji tiltøk eru neyðug at seta í verk fyri at tryggja, at útlendingar, sum flyta higar, kunnu samansjóðast í føroyska samfelagið.
Men Páll á Reynatúgvu og Helena Dam á Neystabø, siga, at enn er lítið og einki komið burtur úr enn tómt tos og føgur orð, tí lítið og einki er sett í verk av tí, sum mælt varð til at seta í verk.
Og tí mæla tær tinginum til at samtykkja, at tilmælini verða sett í verk.
Men samgongan sigur, at tað er óneyðugt, tí landsstýrið arbeiðir við málinum.
Tey vísa á, at Johan Dahl, landsstýrismaður, sum varðar av integrasjón, hevur upplýst, at í løtuni eru stig tikið til eina skipaða integrasjón av útlendingum í Føroyum.
Fyrsta stigið er, at nú er gongd sett á arbeiðið at gera eina lóggávu fyri útlendingar um frálæru um føroyskt mál, mentan og føroysk viðurskifti.
Men Páll á Reynatúgvu og Helena Dam á Neystabø, vilja kortini hava løgtingið at samtykkja málið. Tey ásanna, at einki er gjørt fyri at seta tilmælini í integrasjónsálitinum í verk og tey staðfesta, at tað er heldur einki komið fram, sum vísir, at nøkur ítøkilig stig verða tikin.
Vit hava einki, sum tryggjar rættindinin, og ikki minst, skyldurnar, sum fylgja við avgerðini um at búseta seg í okkara landi, siga tey bæði.
Kortini fegnast tey um, at mentamálaráðið, og onkrar kommunur, taka støðuna við rættiliga nógvu tilflytarunum í størri álvara og skipað fyri undirvísing í føroyskum
Men hesi skeið eru ikki á hvørjum tanga, og tí setast summi aftur av flutningskostnaðinum.
- Her átti at verið borið so í bandi, at tey fingu avsláttarkort ella lestrarkort, siga Páll á Reynatúgvu og Helena Dam á Neystabø.