Tommy Petersen, fyrrverandi almannastjóri, verður nýggjur formaður í Ráðnum fyri brekað. Hetta varð samtykt á ráðsfundi í seinastu viku. Limirnir í Ráðnum fyri brekað vóru á einum máli um at mæla landsstýrismanninum í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, til at velja Tommy Petersen til formann.
Ráðið fyri brekað metti, at Tommy Petersen hevur gott innlit í almannaøkið sum heild, eisini holla vitan um spurningar, sum viðvíkja brekaðum. Hesa vitan hevur hann frá einum longum arbeiðslívi innan almannamál.
Tommy Petersen er føddur í 1949. Hann er útbúgvin sosialráðgevi og cand.jur. Hann hevur verið leiðari á Andveikradeildini, stjóri á Almannastovuni, og var eitt skifti leiðari á Kærustovninum. Frá 1999 til 2002 hevur hann starvast sum ráðgevi í spurningum viðvíkjandi miðspjaðing í Nepal. Arbeiðsgevari var Danida. Tommy Petersen hevur síðani august 2002 verið ráðgevi í Oljumálaráðnum.
Tommy Petersen fegnast um tað álit, honum er víst við hesum sessi. Hann átekur sær hesa uppgávu við stórum áhuga og gleðir seg til at fara til verka saman við hinum ráðslimunum.
Hann kemur sostatt at ganga á odda fyri Ráðnum fyri brekað, sum sambært reglugerð m.a. hevur til uppgávu at geva landsstýrinum ráð í øllum almennum málum av týdningi fyri viðurskiftini hjá brekaðum í Føroyum, og at geva almennum myndugleikum ráð í málum, sum nema við livikor teirra brekaðu. Hetta skal gerast fyri at tryggja, at tað verður víst umhugsni til brekað í allari samfelagsráðlegging. Ráðið kann eisini av sínum eintingum seta fram uppskot um tiltøk ella broytingar innan øki, ið viðvíkja brekaðum.
Tey, ið manna Ráðið fyri brekað, eru Marjun S. Olsen, kommunustýrislimur í Vestmanna fyri Føroya Kommunufelag, Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík fyri Kommunusamskipan Føroya, Leila Solmunde, formaður í Giktafelagnum fyri MBF, og Marjun Sigurðsdóttir, ið sum formaður í MBF er føddur limur í ráðnum. Harumframt situr Barbara á Tjaldrafløtti í ráðnum sum umboð fyri Løgmansskrivstovuna, og Kristjan Árnason sum umboð fyri Trivnaðarmálaráðið. Hesir seks limirnir hava gjørt tilmæli til landsstýrismannin um val av formanni, og hetta valið fall á Tommy Petersen.
Ráðið fyri brekað hevur sín næsta fund 19. desember 2002.