Tommy P hittir Straw

Tað er ikki gerandishending, at ein bretskur uttanríkisráðharri heilsar uppá hermenn og sivilar í Irak. Og enn sjáldsamari er tað, at ein føroyingur fær hetta høvi.

My,nd

Mikumorgunin vaknaðu fólkini í leguni har Tommy Petersen er stæddur í Irak við kaldan dreym. Eingin mætari enn bretski uttanríkisráðharra støkk inn á gólvið. Her hittir Tommy Petersen av Argjum Jack Straw og fekk hann eisini høvi at greiða honum frá, at hann kom úr grannalandinum Føroyum.





Irak


Tað hendi so í gjár, tá bretski uttanríkisráðharrin Jack Straw, kom á vitjan í Basra. Har hitti hann umboð fyri herin men eisini fyri tey mongu sivilu, sum eru við til at byggja uppaftur Irak. Tommy Petersen av Argjum, sum er í sivilari tænastu undir bretskum myndugleikar í Basra fekk høvi at hitta uttanríkisráðharran. Sí mynd. Straw talaði eisini til øll fólkini har og takkaði teimum fyri tað stóra arbeiði tey gera fyri at byggja landið uppaftur. Hann vísti m.a. á, at hetta arbeiðið longu hevur borið ávøkstur, og hava vit fingið eitt betri Irak, hóast tað enn er langt á mál.

Tommy Petersen, sum er í Irak í eitt hálvt ár, kemur heimaftur í februar. Hann sigur, at alt veit væl við hjá sær. Arbeiðið