Tommy Seebach verður nevndur danskur grand prix kongur, og hann gjørdi mangar landaplágur í síni tíð, og var millum best dámdu tónleikarar og sangskrivarar í síni tíð, til hann fall út úr grand prix kappingini sum heild, og fall út í eitt lív við upp- og niðurtúrum og drykkjuskapi. Hann doyði 53 ára gamal í 2003.
Seinnu árini er tað sonur Tommy, Rasmus Seebach, ið hevur verið ein av stóru stjørnunum á danska tónleikahválvinum. Bæði við egnum løgum, og við onkrari endurinnspæling av tónleiki hjá pápanum.
Beiggi Rasmus er kanska minni kendur, men Nicolai hevur framleitt tónleik hjá Rasmus Seebach.
Nú arbeiðir Fredericia Leikhúsið við at skriva sangleik at heiðra stóru tónleikarnar, Tommy og Rasmus Seebach, umframt at hetta verður ein familjusøga við jaligum og neiligum síðum.
Og sjálvsagt verður leikurin á tremur av sangum, hittum, frá báðum ættarliðum - hjá Tommy og Rasmusi.
Leikurin verður spældur á Kongaliga Leikhúsinum í Keypmannahavn í 2017.