Fyrrverandi venjarin hjá MB, Tommy Møller Nielsen, er deyður 61 ára gamal. Hann var venjari hjá MB í 1992. Undan kappingarbyrjan kom sonurin, Ruben Møller Nielsen, til ÍF.
Tommy Møller Nielsen er sonur kenda danska landsliðsvenjaran, Richard Møller Nielsen, sum í just 1992 vann EM við danska landsliðnum. Familjan váttar tíðindini fyri Fyens Stiftstidende, men ynskir ikki at koma nærri inn á orsøkina.
Tommy Møller Nielsen hevur verið talentleitari fyri Manchester United síðani 2016. Hann hevur eisini verið venjari hjá HB Køge í 2011 og 2012, tá liðið var í Superliguni.
Hann spældi sjálvur við OB, B1909 og KB. Eftir at yrkisleiðina sum spælari hevur hann havt ymsikar uppgávur í feløgum sum OB, B1909, Maccabi Netanya og FC Vestsjælland.