Tomma Petersen úti í seks vikur

Tað er eingin gamansleikur at verða málverji í hondbólti.

 

Eitt dundurskot frá Barbaru Brauer hjá Neistanum, sum Tomma Petersen, málverji hjá Kyndli royndi at verja fyri, gjørdist sera dýrt fyri Tommu og Kyndil.

 

Fyrr í kvøld varð staðfest, at hondliðið hjá Tommu Petersen er brotið, og skal verða í gipsi í heilar seks vikur.

 

Hetta er sera dýrt hjá Kyndli, sum liggur á øðrum plássi í fremstu kvinnudeildini, og sum skal royna at vinna seg í steypafinaluna.