Tomislav í ungverskum oddabraki

Tað gongst væl hjá Tomislav Sivic, sum í fleiri ár var venjari í Føroyum

 

 

Tomislav hevur í fleiri umførum verið venjari í Ungarn, har hann skapti sær eitt stórt navn, tá hann fyrst fekk Kecskemeti upp í bestu deildina á fyrsta sinni, og seinni eisini vann steypakappingina við felagnum.

 

Nú er Tomislav venjari hjá Diósgyőri VTK, sum er eitt av teimum hampuliga stóru feløgunum í Ungarn. Besta úrslitið hjá felagnum higartil er bronsupláss í fremstu deildini, og í løtuni er líkt til hetta í minsta lagi kann endurtakast.

 

Fimm sigrar á rað í oktober mánaði leiddu eitt skifti liðið heilt fram á oddasessin, men seinastu vikurnar hevur ikki gingist heilt so væl, og í løtuni eru teir á triða plássinum – fimm stig aftan fyri oddaliðið, Videoton. Um vikuskiftið verður satt oddabrak, tá Tomislav og hansara menn taka ímóti júst Videoton.

 

Tomislav Sivic var venjari hjá ávíkavist VB, B36 og KÍ í árunum 1996 til 2001.