Danska fótbóltssambandið, DBU hevur sett gamla málrevin, Jón Dahl Tómasson í starvið, sum hjálparvenjari hjá danska landsliðnum. Høvuðsvenjari er norski Åge Hareide.
Jón Dahl Tómasson spældi í sínari tíð 112 landsdystir fyri Danmark, har hann skeyt 52 mál. Jón Dahl Tómasson spældi við Køge, niðurlendska Heerenveen, Newcastle United, AC Milan, Stuttgart, Villareal, og í tveimum skiftum við Feyenoord. Í 450 dystum fyri hesi feløg skeyt hann 180 mál.
Jón Dahl Tómasson er 39 ára gamal, og kemur úr einum starvi, sum hjálparvenjari hjá Vitesse Arnhem, sum spælir í niðurlendski heiðursdeildini.
- Eg krevji nógv av mínum umstøðum, og av mær sjálvum. Eg eri arbeiðssamur, og elski álopssinnaðan fótbólt, segði Jón Dahl Tómasson við donsk miðlafólk fyrr í dag.
Jón Dahl Tómasson er av íslendskari ætt. Abbin í faðirættini var úr Íslandi, og tí hevur hann íslendskt eftirnavn.
Jón Dahl Tómasson deilir málmetið á danska landsliðnum við Poul "Tist" Nielsen, sum fyrst í 20. øld eisini skeyt 52 mál fyri danska landsliðið.










