Tom Hanks stuðlar ?The Villains?

Kanska var tað, Lorna McClelland, pr-fólkið hjá Aston Villa, ið hevur verið í gávuhýri, men hvussu er og ikki, spákaði Oscar-vinnarin, Tom Hanks runt við Aston Villa-turrklæði til ensku frumframførðsluna av hansara nýggjasta filmi, Charlie Wilson?s War.

 

- Hann bleiv ovurhondsfegin, tá eg segði, at eg kom frá Aston Villa. Hann segði, at hann var fjeppari, og eg bjóðaði honum at koma at hyggja eftir okkum. Tað vildi hann fegin ? tá hann fær tíð, fortelur Lorne McClelland sambært enskum miðlum og norska Dagbladet.

 

- Hann kommenteraði eisini, hvussu væl vit klára okkum í Premier League, heldur hon áfram at fortelja.

 

So tann skandinaviska Villa-trio-in, norski John Carew, svenski Olof Mellberg og danski Martin Laursen hava nú ein Stjørnu-support-faktor, ið kann standa mát við sjálvt tey bestu, og tað er venjarin, Martin O?Neill heldur ikki seinur at viðmerkja.

 

- Eg vil fegin møta Tom og taka eitt prát. Vit kunnu eins væl fara eftir teimum bestu, og tíma ikki at fara eftir C-klassa kendum. Arsenal hava Kevin Kostner, men vit ynskja bert teir bestu, og nú hava vit hann, sigur O?Neill flennandi.

 

Tað ljóðaði at Tom Hanks hevur beint sín alsk móti Aston Villa, tí hann helt, at navnið á felagnum ljóðaði so væl. Hvussu nógvur veruligur fótbóltsáhugi, ið liggur aftanfyri stuðulin, er kanska ein opin spurningur.