Tom gevst í Gambia

Fyrrverandi B71-venjarin er givin sum landsliðsvenjari hjá Gambia

Í dag spældi Gambia triðja dystin í bólkaspælinum í Africa Cup of Nations – endaspælið um afrikanska meistaraheitið í fótbólti.

 

Gambia tapti dystin ímóti Kamerun 3-2, eftir at hava verið á odda 2-1 stutt fyri leiklok. Hetta hevði við sær, at Gambia varð sent úr kappingini við trimum tapum.

 

Eftir dystin takkaði venjarin, Tom Saintfiet, fyri seg sum venjari hjá Gambia. Fyrrverandi B71-venjarin hevur verið venjari hjá Gambia síðani 2018 og hevur fingið ófør úrslit við liðnum. Nú var tíðin komin at gevast.

 

– Takk fyri títt avrik. Gambia fer at sakna ein frálíkan taktikkara. Fimm og eitt hálvt ár við framúrskarandi arbeiði fyri okkara tjóð, og tað var ikki av tilvild, at vit tvær ferðir kvalifiseraðu okkum til AFCON. Bestu eydnu, skrivar gambiska fótbóltssambandið á sosiala miðlunum X.

 

Tom Saintfiet sendi á facebook eina heilsan til Gambia.

 

– Takk fyri. Eg fari at sakna tykkum, men tit vera altíð í mínum hjarta. Góða eydnu. Eg eri errin av tykkum, skrivar fráfarni venjarin millum annað.

 

50 ára gamli Tom Saintfiet er væl kendur í Føroyum. Árini 2002 og 2003 var hann venjari í B71, og eitt stutt skifti í 1990'unum royndi hann seg sum spælari í KÍ. Hann hevur síðani varðveitt gott samband við Føroyar og føroyingar.

 

Tom Saintfiet hevur seinastu 15 árini vant fleiri landslið – eitt nú Etiopia, Malawi, Togo, Malta og seinast Gambia.