Tom Brady skrivaði aftur søgu

Hann hevur nú vunnið Super Bowl sjey ferðir, og tað hevur eingin annar leikari megnað - og heldur ikki nakað annað felag.

43 ára gamli Tom Brady hevur enn einaferð sett alt og øll upp á pláss í NFL. Hann vann í nátt sín sjeynda Super Bowl-ring, sum er greitt tað flesta nakar leikari hevur vunnið í NFL-søguni.

Tom Brady skifti undan hesum kappingarárinum óvæntað til Tampa Bay Buccaneers, og longu í sínum fyrsta ári har bar hann liðið allan vegin til Super Bowl - og nú eisini til sigurs í Super Bowl.

Super Bowl í nátt var tann 55. í røðini, og dysturin var ímillum Tampa Bay Buccaneers og Kansas City Chiefs. Tampa Bay Buccaneers vann dystin 31-9.

Tampa Bay Buccaneers var á odda 21-6 í hálvleikssteðginum, og tað gjørdist ongantíð reiðiliga spennandi í seinna hálvleiki.

Umframt at Tom Brady spældi væl saman við serliga Rob Gronkowski, so megnaði Buccaneers-verjan eisini at steðga ungu quarterback-stjørnuni hjá Chiefs, Patrick Mahomes, sum ikki fekk so frægt sum eitt touchdown.

Hetta er sum sagt sjeyndi Super Bowl-ringurin, sum Tom Brady vinnur, og tað er meira enn nakar annar leikari hevur - ja, sjálvt eisini meira enn nakað annað felag hevur vunnið. Hann vann sínar fyrstu seks ringar við New England Patriots.

Tveir aðrir mans hava tó vunnið Super Bowl eins ofta, men ikki sum leikarar. Neal Dahlen hevur vunnið sjey Super Bowl-ringar sum partur av umsitingini í San Fransisco 49ers og Denver Broncos, og Bill Belichick hevur vunnið átta ringar, seks sum høvuðsvenjari hjá New England Patriots og tveir sum defensive coordinator hjá New York Giants.

##med2##

Tom Brady, sum her sæst við Lombardi-steypinum, varð eisini kosin til dagsins leikara (MVP).