Tollvaldið ikki sett eyka megi inn

Vit hava ikki havt meiri enn vanliga manning, tá Norröna kom til Kollafirðar í morgun. Men umstøðurnar gera, at tað tekur longri tíð, sigur yvirtollarin. Tað ljóðaði í morgun, at orsøkin til, at tað tók ferðafólki við Norrönu so leingi at sleppa í land í Kollafirði var, at tollvaldið hevði sett eyka fólk inn og gjørdi eyka gjølligar kanningar, nú Norröna kom úr Keypmannahavn hesaferð. Men so er ikki.

- Vit hava ikki havt meira manning enn vanligt, tá Norröna kemur til Føroya. Trupulleikin er bara, at tá Norröna leggur at í Kollafirði, eru umstøðurnar munandi verri en í Havn, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari.

Í Havn fara ferðafólk í land umvegis tornið, meðan bilarnir fara sín veg, og tí kunnu tvey lið av tollarum avgreiða bilar og ferðafólk í senn. Í Kollafirði er øðrvísi trupult.

- Fyrst má fraktin fara í land, áðrenn bilar og ferðafólk sleppa fram at. Annars haldi eg ikki, at tað gekk so drúgv tíð frá tí, at vit kundu byrja okkara arbeiði, til liðugt var. Vit sluppu fram at klokkan 11, og klokkan 12.45 vóru øll ferðafólkini komin í land, sigur Kjartan Dam Joensen.

Tollvaldið hevði hassjhundarnar við, men hesir funu bert smávegis av rúsevni.

- Tað var eitt lítið sindur at hassji, sum fólk høvdu tveitt frá sær tá tey sóu, at vit høvdu hundarnar við, men tað var lítið at tosa um, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari við Rás2.