Tá Sveinur Tróndarson varð avhoyrdur í Føroya rætti í morgun, helt hann upp á, at hann av røttum hevði lagt Jørgen Niclasen sum stjóra í Niclasen-fyritøkuni undir at snýta í tolli.
- Tá tú brýtur tolllógina - í hesum førinum grein 7 í gomlu tolllógini - tí vørur verða tiknar út av goymsluni uttan tollavgreiðslu og seldar, samstundis sum tú stingur pengarnar í egnan kassa, so meti eg, at tú snýtir í tolli.
Hann segði, at tað var hetta, hann vildi lýsa við sínum greinum á Portalinum. Hann vísti á, at hann kanska kundi havt brúkt okkurt annað orð, men niðurstøðan hevði verið hin sama - at Jørgen Niclasen sum stjóri í fyritøkuni hevði snýtt í tolli.
- Vit hava roynt at fingið innlit í hetta mál í eini 14 ár, sum vit kunnu siga hevur verið hálv alment í nógv ár.
Sveinur Tróndarson helt, at tá Jørgen Niclasen í trimum umførum hevur verið landsstýrismaður, hevur sitið á týðandi politiskum postum og nú umsitir eitt málsøki, ið hann sjálvur sum vinnulívsmaður ikki megnaði at liva upp til, so hevði hann sum tíðindamaður skyldu til at lýsa hetta mál.
- Jú, eg havi brúkt sterk orð, men eg haldi eisini, at grundarlag er fyri tí. Eg havi ikki skuldsett Jørgen Niclasen fyri at hava gjørt nakað revsivert, men fyri at hava brotið lógina. Eg havi bara konstanterað nøkur fakta.
Eftir tíðindafundin í Miðlahúsinum fyri einum ári síðan, har Jørgen Niclasen og advokatur hansara, Christian Andreasen, royndu at lýsa málið við einum hópi av ymiskum skjalatilfari, segði Sveinur Tróndarson eisini, at landsstýrismaðurin hevði "tambað" sannleikan, sum hann tók til.
- Tað, sum eg legði í hetta, var, at tað, sum landsstýrismaðurin segði á tíðindafundinum, var ikki í samsvar við fyriliggjandi skjøl.
Ivi hevur verið sáddur ym tagnarskylduna hjá Sveini Tróndarsyni sum í sínari tíð umboðandi Grannskoðan Landsins kannaði Niclasen-fyritøkuna, men her segði hann á rættarfundinum í morgun, at tollmálið hjá Jørgeni Niclasen eftir hansara tykki hevur størri týdning enn tagnarskyldan.
- Eg havi altíð verið greiður yvir mína tagnarskyldu, og eg havi ikki brúkt mína vitan til nakað serligt, men havi bygt mínar greinar á tey skjøl, eg havi fingið innlit í. Myndugleikarnir hava egentliga dult og krógvað hetta mál í nógv ár.
Sveinur Tróndarson helt, at tollmálið hevur prinsipiellan týdning og hevur samfelagsligan relevans, sum hann tók til, tí nú situr landsstýrismaðurin og umsitir somu lógir, sum hann sjálvur hevur brotið.
- Jú, eg haldi, at vit hava skyldu til at varpa ljós á hesi tingini, sjálvt um long tíð er gingin, og málið er gamalt, segði hann á rættarfundinum í morgun.










