Sambært Finnboga Niclasen hevði Útvarpið hósdagin á middegi tey tíðindi, at Vága Floghavn nú skjótt kann fara undir at selja tollfríar vørur á flogvøllinum.
Útvarpið visti at siga, at Vága Floghavn søkti fyrr í vetur um loyvi at selja tollfríar vørur og Vinnumálastýrið hevur nú givið loyvi. Tað, sum enn vantar, er ein staðfesting av játtanini frá Toll og Skattstovuni. Men tað er ivasamt, um farið verður beinanvegin undir at selja tollfríar vørur á flogvøllinum, sambært Útvarpinum.
Finnbogi Niclasen, flogvallarstjóri, sigur við Útvarpið, at lítið pláss er í terminalinum í Vágum til slíkt virksemi. Tí verður antin ein fyribils loysn vald ella verður bíðað eftir at terminalurin er liðugt útbygdur.
? Men til tess at fáa grønt ljós fyri at útbyggja terminalin var neyðugt fyrst at fáa loyvi at selja tollfrítt. Tollfría sølan skal nevniliga vera við til at fíggja útbyggingina av terminalinum.
Á fundi
Finnbogi Niclasen hevur júst verið á fundi við Statens Luftfartsvæsen, sum rekur flogvøllin í Vágum. Á fundinum var avtalað, at arbeiða víðari við ætlanini at útbyggja terminalin. Hann skal víðkast góðar 2000 fermetrar, sambært Útvarpinum.
? Tað verður ikki bara tollfría sølan, sum skal fíggja útbyggingina av terminalinum. Trý parkeringspláss eru til flogfør í Vágum, men nú skal eitt stórt parkeringspláss gerast afturat umframt eitt parkeringspláss til tyrlur. Hetta skuldi givið nakað av eykainntøkum.
Finnbogi Niclasen sigur við Útvarpið, at í verandi støðu er einki høli tøkt til tollfría sølu. Men onkrir møguleikar vera tó umhugsaðir, so byrjast kann um ikki alt ov langa tíð, sigur hann.
Ætlanin er at hava tollfría sølu til bæði farandi og komandi ferðafólk, sambært flogvallarstjóranum.