Dag um dag mótmæltu íslendingar vánaliga politikkinum, førdur varð, heilt til arrogantir politikkarar noyddust at lurta og lúta.
Fríggjadagin mótmæltu fyrstu føroyingar skilaleysu raðfestingunum, gjørdar verða. Hendan fyrsta mótmælisgongan var vend móti manglandi raðfestingini innan útbúgving og gransking, men kundi eins væl verið vend móti náðileysa poltikkinum, førdur verður á eldraøkinum, ella skilaleysu viðurskiftunum, sum halda fram innan heilsuverk okra.
Hugsjónarleyst niðurlag
Vágar tú tær at mótmæla, er svarið - jamen hvar skal peningurin koma frá. Og sum um talan er um eitt nýmótans gandaorð kappast politikkarar úr øllum flokkum um ognarrætt til orðið: útreiðsluneutralt. Tá tað er sagt liggur líkasum í luftini, at nú er best at tú tegir - ella...
Ein einføld kunngerð kundi givið 40- 60 milliónir í inntøku!
Kunngerðin, eg vísi til omanfyri, var av landsstýrismanni Miðfloksins gjørd klár at verða sett í verk, tá »mætir« politikkarar úr CHE samgonguni bráddliga kravdu hana steðgaða. Sama hendi núverandi fíggjarmálaraðharranum, »mætir« politikkarar við »røttum« sambondum kravdu kunngerðina steðgaða - og so varð! Mitt í alheimskreppu høvdu 40, 50 ella kanska 60 milliónir bráddliga ongan týdning.
Man ikki talan vera um heimsmet í undirmeting av tí fólki, tú er valdur at tæna? Somu politikkarar, sum yppa øksl til ynski teirra eldru um pening til matútbering, og ynski teirra ungu um heimliga útbúgving, siga uttan at himprast nei til kungerð, sum kann geva ikki bert 2-3 milliónir, men tíggjutalsmillióna íkast til landsbúskapin?
Ikki manglandi milliónir, men skeiv raðfesting
Omanfyrinevnda dømi er bert eitt av mongum, sum Miðflokkurin kann vísa tær á. Dømir, sum klárt vísa, at orsøkin til at føroyskir politikkarar ikki bjóða føroyskum tannáragentum ta koppseting, sum heilsustýrið tilmælir, ikki veita eldru okkara sjálvsagda røkt og ikki veita ungu okkara neyðuga útbúgving, snøgt sagt hevur við miðvísa skeiva raðfesting at gera. Frælsi til tollfrí rúsandi evnir verður raðfest framum heilsu, lív og útbúgving!
Kom og ger tína ávirkan galdandi!
Beint eftir páskir fer Løgtingið at atkvøða um broytingaruppskot frá Miðflokkinum til uppskot, ið liggur í fíggjarnevndini. Uppskot Miðfloksins snýr seg m.a. um at broyta omanfyrinevndu kunngerð um tollfrælsar cigarettir og tollfrítt rúsdrekka. Áheitan Miðfloksins á føringar innan og uttan tinggátt er at gera tína ávirkan galdandi, so hesar milliónir, heldur enn at verða veittar sum kamufleraður vinnustuðul við heilsuskaðiligari ávirkan sum »síðuvinningi«, kunnu verða kanaliseraðar til útbúgving til unga ættarliðið, røkt av teim eldru, koppseting av tannáringagentum v.m.