Tollararnir á festivali

Tann vælkendi Roskilde-festivalurin byrjaði alment hósdagin, men hesaferð eru tað ikki bara tónleikarar og tey, sum hava áhuga fyri tónleiki, sum eru á festivalinum.

Danska toll- og skattstovan er farin í hernað ímóti teimum, sum keypa og selja øl, sodavatn og rúsdrekka uttan at rinda tey almennu avgjøldini, og í tí sambandi halda bæði løgreglan og tollarar eyga við tí, sum verður selt á festivalinum. Sambært danska útvarpinum hava tollararnir longu funnið nógvar kassar av øli og nakað av rúsdrekka, sum var farið uttan um almennu avgjaldsskipanina.

Tey, sum gera sær dælt av at selja atgongumerki á svarta marknaðinum, hava eisini havt jól og góðar dagar í Roskilde seinastu dagarnar. Skalt tú til allar tær 150 konsertirnar á festivalinum, kostar eitt lógliga keypt atgongumerki 1.100 krónur, men seinastu dagarnar hevur prísurin ligið um 3.000 krónur á svarta marknaðinum.