Tollarar í Havn funnu rúsevni

Undir vanligum rutinueftirliti funnu tollararnir her fyri hash umborð á grønlendskum trolara, sum koma á Havnina á veg til Grønlands. Yvirtollarin sigur, at tað fysiska eftirlitið eigur at styrkjast

Tórshavn: Tollararnir í Havn vóru her fyri umborð á grønlednska trolaranum Polar Arfivik, har teir funnu 100 gram av hashi, sum helst varð ætlað at fara víðari til Grønlands.

Kjartan Dam Joensen, yvirtollari í Tórshavn, sigur, at Tollararnir funnu hashið undir vanligum fysiskum rutinueftirlitið. Hann fýlist tó á, at tollvaldið hevur ov lítlar møguleikar til slíkt eftirlit.

Hendan nøgdin ikki er seriga stór í víðari samanhangi, ásannar yvirtollarin í Havn, men leggur aftrat, at hashið, sum funnið varð, hevur eitt hampiliga stórt virði á grønlendska marknaðinum.

Talan var í hesum førinum bara um eitt vanligt rutinueftirlit, sigur yvirtollarin. Tað er vanligt, tá farið verður umborð soleiðis, at teir eru væl mannaðir, og soleiðis var eisini hesaferð.

Kjartan Dam Joensen sigur, at teir plaga at hava hund við til slíkar kanningar. Bæði teirra egna narkohund, umfram at teir hava samstarv við løgregluna um at leiga hund og førara frá løgregluni. Hetta samstarv hevur riggað væl, sigur yvirtollarin. Eisini hinvegin, tá løgreglan sendir boð eftir hundinum hjá tollvaldinum.

Yvirtollarin sigur, at tað var tó ikki hundur, sum fann hashið umborð á grønlendska trolaranum hendan dagin. Tað var goymt á einum slíkum staði, at hundur slapp ikki til tað, men maðurin, sum kannaði staðið, fann tað, sigur hann.

Tað var ikki gjørligt at finna nakran eigara til hesa nøgdina av hashi, sum funnin var umborð á trolararnum. Hald varð lagt á hashið, sum løgreglan síðan fekk í varðveitslu, sum vanligt er at gera, sigur Kartan Dam Joensen.

Tað vóru nakrir føroyingar við grønlenska trolararnum, men tollvaldið heldur seg vita, at eingin teirra kann setast í samband við hashið.

Kjartan Dam Joensen sigur, at tað er ikki so vanligt at finna hash og onnur rúsevni, sum føroyingar hava samband við. Hann sigur seg tó vera vitandi um, at rúsevni eru í landinum, men heldur ikki, at tað kemur bara soleiðis hissini við onkrum skipi. Hann metir tað vera skipaðan flutning, sum í dag fer fram við rúsevnum.

Higartil í ár hevur tollvaldið funni hálvtannað kg av hashi, sum ávísast kann, skuldi brúkast í Føroyum. Tað er komið ymsar vegir. Á ferðafólki bæði loft- og sjóvegis, við posti og hvussu fólk nú finna upp á at senda tað.

Hetta er lítil nøgd í mun til okkurt annað ár. Í 1997var samlaða nøgdin, hald varð lagt á, sambært ársfrágreiðingini hjá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum, knapt 36 kg. Men tá vórðu 34 kg funnin umborð á einum grønlendskum skipi, sum skuldi til Grønlands við tí. Í fjør var nøgdin gott hálvttíggjunda kg. Men annars hevur nøgdin í nógv ár ligið støðug millum eitt hálvt og trý kg, eftir sum hagtølini hjá Løgregluni og Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum siga frá.

Av øðrum rúsevnum kemur ikki tað stóra, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari. Í fjør vórðu nøkur fá gram av amfetamini og kokaini funnin uppi á einum persóni.

Kjartan Dam Joensen sigur, at Tolleftirlitið ikki hevur møguleika at vera so virkið, sum ynskiligt var. Gjørdar verða javnan stakroyndir, men tað metir hann vera bara næstbest. Hann vildi fegin havt møguleika, pengar og fólk, til at komið nógv meira út úr húsinum. Tí tað er eyðsæð, at tað er við tí fysiska eftirlitinum, at úrslitini vísa seg, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari í Havn.

Hann letur annars væl at samstarvinum, Tolleftirlitið hevur við grannalondini. Tætt samstarv er við eitt nú Danmark, Noreg og Íslands umframt Skotland og Hetland.

Kjartan Dam Joensen heldur tó, at ynskiligt kundi verið, um fleiri ábendingar frá privatfólki komu til tollvaldið, tá tey vistu um eitthvørt ólógligt, sum varð flutt inn. Eitt nú narkotika ella annað.