Skattauppgerðirnar í ár vóru dagfestar 12. februar. Men fleiri skattaborgarar kring landið fingu ikki brøvini fyrrenn tann 26. og 27. Tá var ov seint at boða Toll- og Skattovuni frá, um peningurin skuldi á aðra konto enn ta frammanundan fráboðaðu.
Verður hugt at skattauppgerðunum seinastu árini, so er dagfestingin á leið tann sama, og tá eru brøvini komin í so mikið góðari tíð, at fólk høvdu møguleikan at broyta konto.
Sosialurin hevur fregnast hjá Toll- og Skatt, Elektron og hjá Postverkinum.
Á Elektron siga tey, at tey hava hildið seg til avtaluna við Toll- og Skatt. Postverk Føroya hevur ikki ligið á brøvunum, men borið tey út so skjótt, tey vóru posthúsunum í hendi.
Niðurstøðan má verða, at tað er Toll- og Skattstova Føroya, sum hevur ábyrgdina og ikki hevur tikið hædd fyri tíðini, tað tekur Elektron og Postverkinum at avgreiða eina so stóra nøgd av skjølum og brøvum.
Dorit Reinert, deildarleiðari á menningardeildini hjá Toll- og Skattstovu Føroya, sigur, at tá so nógv skjøl skulu avgreiðast er vandi fyri seinkingum til staðar. Tí skuldi útbetalingin kanska bíða einar tveir dagar, so fólk fingu møguleikan at siga frá, ynskja tey peningin á aðra konto.
14.720 skattaborgarar fingu tilsamans góðar 45 miljónir krónur aftur í skatti. 1795 máttu gjalda tilsamans 2,6 miljónir krónur. Restin, 16048 skattaborgarar, høvdu hvørki goldið ov lítið ella ov nógv í skatti í fjør.