Tolir sannleikin ikki dagsins ljós er okkurt galið

    

Jógvan Jacobsen
landsnevndarlimur Unga Tjóðveldisins
????????????????????????????????
Búskaparligu viðurskifini í landi okkara skulu dyljast sum mansmorð, danir skulu einki vita. Okkurt er, sum ikki tolir dagsins ljós. Ella høvdu sambandsfólk ikki leikað soleiðis í.
Fólk eru rættiliga farin at renna ørindi fyri okkara landsins stjórnarsamgongu, Sambandsgonguna ABC. Tað skilst á øllum brøgdum.
Á ráðstevnu í Danmarkar høvuðsstaði varð ráðstevna hildin, har m.o. føroyskur serfrøðingur segði sína hugsan um føroysk búskaparlig viðurskifti.
Hetta fekk øði í føroysk sambandsfólk. Danir skulu einki vita, hóast teir árliga senda okkum 615 milliónur krónur afturfyri okkara fullveldi. Danir skulu einki innlit fáa í føroysk búskaparlig viðurskifti. Kanska onkur politikkari, men ikki pressan og ikki fólkið.
Hvat er tað, sum ikki tolir dagsins ljós? Hvat er tað, sum er so fúlt og skitið, sum danska pressan ikki má finna? Hvat vita Sosialurin og Dimmalætting, sum Føroya fólk ikki veit?
Okkurt er. Ella høvdu føroysk sambandsfólk ikki leikað soleiðis í, tá donsk pressa fer at grava. Onkur grund er til, at professionell tíðindafólk ikki mugu sleppa framm at.
Okkurt er, sum ikki tolir dagsins ljós.