Toliligt veður á G!

Petur Skeel, veðurfrøðingur, sigur at tað verður turt fram til leygarkvøldið og um 14 stig alla vikuna

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, sigur, at tað verður yvirhøvur turt og sólglottar fram til leygardagin. Hitin verður millum 12 og 16 stig. Tó regnar møguliga eitt sindur seinnapartin mikudagin.

 

Tað verður lítið av vindi, upp í stívt andøvsgul av suðri fríggjadagin, men leygardagin veksur hann vindin upp í ein strúk av landsynningi. 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir veðurtíðindunum.