KÍ Í EUROPA CUP
Í dýrdarveðrinum í fyrrakvøldið vóru klaksvíkingarnir fyri aðru ferð í stívliga tvey samdøgur á Svangaskarði. Ørindini hesa ferð vóru at leggja síðstu hondina á fyrireikingarnar til UEFA Cup avbjóðingina ímóti norska Molde, sum er á skránni í kvøld. Útgangsstøðan er ikki heilt ómøgulig. Í grimdarregninum á Molde stadion fyri tveimum vikum síðani vann heimaliðið 2?0.
Hjá KÍ skulu tvær treytir lúkast. Teir skulu skjóta í hvussu so er tvey mál, og teir skulu syrgja fyri at halda tætt, soleiðis at Molde ikki fær málið, ið fer at taka allan spenningin burtur.
Seinni parturin er ivaleysa torførur. Eingin ivi er í, at Molde fer at vera meiri afturhaldandi í útgangsstøðuni, enn teir vóru á heimavølli. Men KÍ skal fram á vøllin, og tá kann tað so skjótt vera, at tað fer at gloppa so mikið í verjuni, at møguleikin hjá Molde at fáa mál økist.
Fyrri parturin av søkini ? at skjóta mál ? tykist í løtuni rættuliga torførur hjá KÍ. Sunnudagin skoraðu teir upp á brotsspark ímóti B68, men annars høvdu teir bara ein stóran møguleika ? tá ið Atli Danielsen stútaði, og B68 málverjin bjargaði. Ímóti EB/Streymi fekk Hjalgrím Elttør fýra mál. Hetta var einasta ferðin í trettan landskappingardystum, at KÍ hevur skorað fleiri enn tvey mál. Í Vági í fyrsta landskappingardystinum eftir summarsteðgin vóru klaksvíkingarnir eiðasørir. Í summarsteðginum kom Jacob Bymar úr Esbjerg fyri at vera skarpskjútti. Hann hevur spælt tríggjar ferðir hálvan annan tíma, men enn hevur hann ikki skorað í landskappingini, og hann hevur heldur ikki havt serliga nógvar møguleikar.
Tit hava ilt við at hótta mótstøðumálið?
Jan Joensen, venjari hjá KÍ:
? Tað hevur ikki verið nóg gott. Positiónsspælið í Molde var gott. Vit megnaðu at spæla okkum burturúr næstan øllum trongstøðunum, tá ið teir royndu at leggja trýst á. Ta ferðina vóru treytirnar hjá framrættaðu monnunum ikki nóg góðar. Men tær eiga at verða betri á heimavølli soleiðis at skilja, at vit mugu hava størri tyngd í álopspartinum. Men tað er satt, at vit hava ikki verið nóg góðir frammanfyri mótstøðumálinum í landskappingini. Hetta eru tað fleiri dømi um, men vit mugu vóna, at tað verður betri ímóti Molde. Hetta er einasti møguleikin, sum vit hava í hesi kappingini.
Tolið nógv at siga
KÍ liðið fer ikki úr Klaksvík fyrrenn seinnapartin í dag klokkan 16.15. Royndirnar hjá teimum eru, at tað roynist best, at spælararnir so leingi, sum tað ber til, eru í heimliga umhvørvinum. Dysturin er ásettur at vera klokkan 19.00, men KÍ hevur heitt á UEFA um at fáa loyvi at framskunda fyrsta bríkslið til kl. 18.45. Tað hevur UEFA neyvan nakað ímóti.
Í KÍ vóna teir, at nógvu og trúgvu áskoðararnir, sum plaga at møta upp til Europa Cup á heimavølli, fara at stuðla teimum í kvøld. Møguleiki er at fara úr Klaksvík kl. 13.15, 14.45, 16.15 og 17.45.
? Europa Cup dystirnir hava altíð kenst sum nakað serligt fyri okkum. Vit hava fleiri ferðir staðið okkum væl á Svangaskarði. At spælararnir trívast væl á grasinum, sást best týskvøldið, tá ið vit vandu. Lagið var so gott, at eingin hevði hug at gevast.
Og hava tit nakran møguleika í kvøld?
? Vit mugu fyri alt í verðini ikki leypa framav. Um teir ikki fáa mál fyrsta hálva tíman, og um vit fáa fyrsta málið, so hava vit avgjørt ein møguleika. At Molde ikki trívist undir trýsti, sóu vit síðstu løtuna, tá ið vit vóru á útivølli. Áskoðararnir mugu hava tol, og sjálvandi er tað ein møguleiki, at teir fáa fyrsta málið, og so verður spenningurin burtur um, hvør verður samantaldur vinnari. Men vit fara at gera alt fyri at liva upp til góðu úrslitini, sum vit av og á hava fingið á Toftum, sigur Jan Joensen.