Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fer i komandi viku á fund um arbeiðsumstøðurnar á Landssjúkrahúsinum Hesum hevur felagið boðað frá í tíðindaskrivi, sum er sent føroysku fjølmiðlunum.
- Felagið hevur í longri tíð fingið neyðarróp frá limum, sum meta støðuna vera ótolandi, og tískil sendi felagið skriv til leiðsluna á Landssjúkrahúsinum 19. oktober, har arbeiðsumstøðurnar vóru átalaðar.
- Hóast hetta vóru viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum um jólini so vánalig, at tað kann ikki góðtakast fyri hvørki sjúkligar ella sjúkrarøktarfrøðingar, verður sagt í tíðindaskrivinum.