Skuldi tað hent, at norski høvuðsstaðurin Oslo verður raktur av einum líka hørðum jarðskjálvta sum í 1904, er stórur vandi fyri, at Stórtingið og kongsborgin fara at rapa. Tað sigur felagið hjá teimum ráðgevandi verkfrøðingunum, RIF.
Felagið sigur, at tað eru bara bygningar, sum eru bygdir aftan á 2005, sum eru tryggjaðir ímóti jarðskjálvta.
Tað er sjálvandi vónleyst at tryggja allar bygingar í Oslo, sum eru eldri enn frá 2005, og tí ræður um at tryggja teir týdningarmestu, heldur felagið og nevnir millum annað Stórtingið og kongsborgina.










