Minst seks fólk doyðu, og 76 fingu skaða í einari tokvanlukku í amerikanska høvuðsstaðnum í gjárkvøldið Vanlukkan hendi, tá eitt metro-tok rendi á eitt annað, sum stóð stilt. Stoyturin var so harður, at tann fremsti vognurin á tí tokinum, sum rendi á, fór í smildur.
Borgarstjórin í Washington, Adrian Fenty, segði í nátt, at vanlukkan er tann ringasta av sínum slagi í býnum.
Myndugleikarnir vita ikki, hví vanlukkan hendi, men fleiri vísa á, at samferðslukervið er bæði gamalt og slitið nógvastaðni í USA. Eitt nú er metro-breytin í Washington 33 ára gomul.










