Níggju fólk doyðu, og 39 fingu skaða, tá eitt tok í Avstralia fór út av jarnbreytini fyrrakvøldið. Í gjár vistu myndugleikarnir ikki, hví tokið var farið útav, men summi av ferðafólkunum vildu vera við, at tokið rendi á eitt ella annað, sum lá á jarnbreytini. Tokvanlukkan, sum var stut sunnan fyri Sidney, er tann ringasta í Avstralia í 26 ár.










