Tóku pening frá kundum aftaná NETS-feil

Talan má vera um ein feil, upplýsa báðir teir størstu bankarnir í Føroyum.

Nakrir bankakundar hava vent sær til Miðlahúsið síðstu dagarnar, eftir at tey hava varnast, at 200 krónur eru tiknar frá teirra bankakonto fyri gjald av nýggjum korti.
Tað hendi um sama mundi sum, at 250 føroyskir bankakundar fyri nøkrum vikum síðani fingu boð frá teirra banka um, at teirra gjaldskort vóru sperrað.


Grundgevingin tá var, at skipanin hjá NETS, ið varar av gjaldskortunum, hevði skrásett eitthvørt illgrunasamt, og sperraði tískil 5.000 gjaldskort í øllum kongaríkinum. Sum eina fylgju av, at kortini vórðu sperrað, fingu allir kundar nýggj kort frá bankunum.


Aftaná hava so nakrir kundar varnast, at peningur er tikin av teirra konto fyri gjald av nýggjum korti. Tað undrar fleiri av kundunum, at tey mugu gjalda fyri eitt kort, ið tey hava fingið, tí samstarvsfelagin hjá bankunum, NETS, stongdi teirra kort.


Tað vísir seg tó, at talan er um ein feil, ið heldur ikki hevur rakt allar kundar.

 
Tá in.fo í vikuni tosaði við umboð fyri bæði Eik Banka og BankNordik, so tryggjaðu tey, at talan mátti vera um ein feil, tí vanligt verður einki gjald tikið, um so er, at tað er NETS, ið sperrar kortið.


Harumframt hevur in.fo tosað við bankakundar, ið fingu kortini sperrað fyri nøkrum vikum síðani, har einki gjald er tikið fyri nýtt kort.


Sostatt er feilurin avmarkaður, men um so er, at nakað hevur upplivað, at eitt gjald er tikið fyri nýtt kort, aftaná at NETS hevur sperrað tað gamla, so ber til at venda sær til bankan, og fáa peningin aftur.