Í gjár vóru menn í Sandoynni Yviri á Egg og tóku nátaegg. Tað eru nøkur ár, síðan teir vóru her seinast. Nátaegg vera tikin, tá farið er um 20. mai, tí tá verður roknað við, at fuglurin hevur vorpið. Menn plaga at siga, at tá tú tekur eggini hjá fuglinum beint eftir, at hann hevur vorpið, verpur hann uppaftur.
Bergið Yviri á Egg liggur um 100 metrar, men frá Svínagarðinum, tey rópa og suður móti Salthøvda, veksur hæddin upp í einar 140 metrar. Sandoyggin er væl hægri norðari á oynni vestan fyri og í Lonini, sum er umleið ein tíma til gongu úr Søltuvík, er bergið stívliga 300 metrar niður í sjógv.
Tá sandoyingar eru eftir nátaeggum Yviri á Egg, verður farið niður á einar 30 til 80 metrar, og her verður traktorur brúktur til at hála menn - ella kvinnur - upp aftur úr berginum við, tí tað er so nógv lættari enn við handamegi.
16 fólk vóru við í gjár, og samlaða talið av eggum gjørdist 240, sum er nógv minni enn tey góðu árini. Eggini vórðu býtt millum øll tey, sum vóru við, og nøkur egg vórðu latin til kanningar. Parturin hjá teimum, sum luttóku í gjár, gjørdist soleiðis 14 egg.
Tey góðu árini plagdu teir at søkja bergið Yviri á Egg í einar 2-3 dagar, og tá kundu teir fáa upp í eini 1200 egg. Í gjár gjørdu teir 12 sið. Eitt, sum teir løgdu til merkis, var, at í eini seks reiðrum vóru tvey egg. Vanliga verpur náti bert eitt egg. Onkuntíð, tá eggini fyrr plagdu at vera tvey, kundi annað vera kalt ella minni enn vanligt.
Men, soleiðis var ikki í gjár.
##med2##
Ein týskur sjónvarpsjournalistur var við á ferðini í gjár, og hann hevði ein føroying við sær, sum gjørdi filmsupptøkur. Sum skilst, hevur journalisturin ferðast víða, eitt nú í Íslandi, Grønlandi og Kanada, har hann eitt nú ger dokumentarsendingar um burðardygga veiði hjá upprunafólki.
Ætlanin journalistinum er at koma aftur til heystar, tá teir fara út í Stakkin í Tjørnuvík eftir seyði.
Bjarki Henriksen, sum var við Yviri á Egg í gjár, sigur, at tað er eingin ivi um, at nátin er minkaður nógv í tali í mun til, tá fuglurin var upp á tað mesta. Hann heldur tað vera stuttligt at síggja, at eisini ungdómurin hevur hug at vera við.
##med3##
- Ein slíkan dag taka vit kanska eini 10 prosent av tí, sum vorpið er Yviri á Egg, og tað hevur altíð verið sagt, at fuglur, sum missir eggið stutt eftir, at hann hevur vorpið, verpur uppaftur. So, tað er eingin stór veiða í hesum, men meira ein hugur til at varðveita gamla mentan og siðaarv, sigur Bjarki Henriksen.
##med4##