Tóku ikki ávaringarnar í álvara

– Trúvirðið og álitið á Mentamálaráðið er fokið í hesum máli, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen.

– Trúvirðið og álitið á Mentamálaráðið er fokið í hesum máli, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen.

 

– Mentamálaráðið hevur ikki tikið ávaringarnar og afturmeldingarnar frá lærarum í álvara.

 

Tað sigur Herálvur Jaobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, í sambandi við gøluna í morgun, tá Mentamálaráðið mátti avlýsa lógarásettu landsroyndina, sum 1.400 næmingar møttu til í morgun.

 

– Tann 28. mars og 7. og 8. apríl vóru gjørdar undanroyndir, sum vístu, at skipanin als ikki riggaði, sigur Herálvur Jacobsen, sum ikki roknar við, at næmingarnir sleppa til landsroynd hetta skúlaárið.

 

TRÝST HER fyri at hoyra samrøðu við Herálv Jacobsen.