Tað er gamalt at klintra í fjøllunum í Føroyum, men meðan okkara forfedrar gjørdu tað mest fyri at skaffa sær og familjuni føði, so eru alsamt fleiri sum nú hava tikið táttin upp sum ítriv.
Tveir teirra eru John Petersen og Pætur Jørðdal Niclasen. Fyrr í ár vóru teir, saman við øðrum, uppi á Trøllkonufingri, og John Petersen fekk nógva fjølmiðlaumrøðu, tá hann í fjør, saman við Berguri Mikladal, var uppi á øllum fimm tindunum á Tindhólmi upp á tveir dagar.
Hósdagin stóð enn ein avbjóðing fyri teimum, tá teir fóru undir at klatra upp á 99 metra høga Geirrøvilin, ið stendur norðast á Kalsoynni.
John Petersen skrivar, at hann hevur droymt um at taka Geirrøvilin í fýra ár, og fegnast stórliga um, at tað loksins hevur eydnast teimum.
Ovast í greinini ber til at síggja ein film frá túri teirra upp á Geirrøvilin.










