Tóku fleiri bilførarar í Klaksvík í gjár

Serliga hjá einum bilførarar varð tað dýrt

Ì gjár var løgreglan í Klaksvík har tey gjørdu ferðslukanningar. Í hesum sambandi vórðu einir 70 bilar steðgaðir og tað var nógvastaðni, at okkurt var, sum ikki var eftir bókini.

 

Løgreglan sigur, at 17 bilførarar fingu bót og tað var fyri ymiskt lógarbrot. Onkur tosaði í hondhildnari fartelefon, onkur sat ikki í trygdarbelti á onkrum bilum vóru tað perur, sum vóru brostnar.

 

Men serliga hjá einum bilførara varð hetta dýrt, tí tað vísti seg, at hann hevði ikki koyrikort yvirhøvur. Løgreglan sigur ikki, hví hann ikki hevði koyrikort, men undir øllum umstøðum er bótin rættiliga stór.

 

Er talan um ein bilførara, sum ongantíð hevur tikið koyrikortið, ella sum hevur mist tað einaferð og bara ikki tikið tað aftur, er bótin 5.000 krónur fyrstu ferð, ein verður tikin, men so hækkar hon hvørja ferð.

 

Men er talan um bilførara, sum hevur mist koyrikortið í eina tíð, men sum kortini koyrir í frádømingartíðini, áðrenn hann sleppur at taka tað aftur, er bótin ein heil mánaðarløn eftir skatt.