Tóku brúgv niður eftir ferðsluvanlukku

Ein maður úr Litava doyði í eini ferðsluvanlukku í Suðursælandi í Danmark í gjár, tá lastbilurin, hann koyrdi, rendi á eina brúgv tvørtur um motorvegin.

 

Júst hvussu vanlukkan er hend, er enn ikki greitt. Men stóri lastbilurin slongdist frá síðu til síðu, áðrenn hann rendi á stútturnar undir brúnni.

 

Eitt ferðafólk lá og svav í blinum, tá vanlukkan hendi, og fær tí ikki greitt løgregluni frá tí, sum hendi beint áðrenn vanlukkuna.


Eldur kom í bilin, tá hann rendi á, og bilførarin slapp ikki úr bilinum. Men ferðamaðurin varð slongur út gjøgnum forrútin og bjargaði soleiðis lívinum. Hann fekk bert smávegis snuddir.

 

Vegamyndugleikarnir í Danmark hildu skaðan á brúnna vera so álvarsliga, at teir alt fyri eitt fóru undir at taka brúnna niður. Og tað skuldi gerast, áðrenn motorvegurin beint norðan fyri Rødby kundi lata uppaftur.