Toknusjúkur á aliráðstevnu

- Havbúnaðarfelagið hevur bjóðað írskum djóralækna til Føroya at greiða frá um serliga toknusjúku, ið hevur elvt til stórt felli í alibrúkum í Írlandi og Skotlandi. Sjúkan er eisini staðfest í Noregi.

Tað sigur Vinnuhúsið í dag, sum vísir til aliráðstevnuna á Hotel Føroyum.

Lagt verður aftrat, at Havbúnaðarfelagið hesaferð hevur valt at seta ljóskastaran á eina serliga toknusjúku, ið hevur gjørt nógv um seg í Stóra Bretlandi og Írlandi seinastu tíðina.

- Talan er um sjúkuna AGD (ameobic gill disease), ið er ein amøba, sum setir seg í toknurnar á laksi. Hetta ger, at laksurin at enda ikki fær anda og doyr.

Ásannandi at slíkar sjúkur kunnu finna vegin til Føroya, hevur Havbúnaðarfelagið bjóðað írska djóralæknanum, Hamish Rodger, á Aliráðstevnuna at greiða frá um hesa sjúku.

- Hamish Rodger hevur arbeitt nógv fyri alivinnuna í Stóra Bretlandi og Írlandi. Harumframt er hann eisini ráðgevi hjá norskum myndugleikum í samband við yvirvøku av hesi sjúku.

Lagt verður aftrat, at vónin er, at henda sjúka ongantíð verður staðfest í Føroyum, men tað er kortini umráðandi, at starvsfólkini í vinnuni eru fyrireikað upp á slíkar støður.

Tí hevur Havbúnaðarfelagið valt at seta hetta evnið á breddan á aliráðstevnuni, sum verður 22. februar á Hotel Føroyum.