Tokini koyra nú aftur í Kharkiv

- Tað er tørvur á, at tokini koyra fyri at fáa ferð aftur á búskapin, og tað verður ókeypis at koyra næstu tvær vikurnar.

 

Í næst størsta býi í Ukraina, Kharkiv, hava tokbreytirnar virkað sum bumburúm, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar.

 

Men, í dag vóru tokbreytirnar í býnum næstan í vanligari koyring aftur. Hetta hendir, hóast býruin javnan er fyri russiskum rakettálopum.

 

- Vit hava tikið upp aftur jarnbreytarkoyringina og hava latið upp aftur flestu jarnbreytarstøðir í Kharkiv.

 

Tað sigur borgarstjórin í býnum, Igor Terekhov. Hann leggur aftrat, at tað er tørvur á, at tokini koyra fyri at fáa ferð aftur á búskapin.

 

- Tað verður ókeypis at koyra í toki næstu tvær vikurnar, leggur borgarstjórin aftrat.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at tokbreytarnetið í Kharkiv hevur 30 støðir og fleiri av hesum hava virkað sum bumburúm fyri fólk í túsundatali.

 

Næst størsti býur í Ukraina liggur har eysturi í landinum, nær markinum til Russlands.

 

Sagt verður, at tríggjar av tokbreytarstøðunum í landnyrðingspartinum av Kharkiv framvegis vera stongdar av vanda fyri bumbuálopum.

 

- Kharkiv hevur verið fyri russiskum álopum síðan byrjanina av innrásini. Men fyri tíð síðan tóku russiskar deildir seg aftur úr økjum kring býin, veit NTB at siga.