Tað eru longu tvey ár síðani, at Føroyar lótu inn umsókn um at hýsa oyggjaleikum. Ta ferðina var málið, at hetta skuldi verða í 2013. Men eftir at Isle of Wight fekk leikirnar í 2011 framman fyri Bermuda, varð føroyska umsóknin flutt til 2015.
Umframt Føroyar, so hava Ynos Mon, Gotland og Menorca eisini sagt seg vera til reiðar at hýsa leikunum.
Og júst leikirnir í 2015 vóru á skránni, tá IGA mikumorgunin hevði boðið oyggjaleikalondunum á fund.
Greiðar treytir
Fyri Føroyar var ÍSF-forsetin, Heðin Mortensen, við á fundinum. Og hartil hevði hann eisini Jóannes Eidesgaard og Jógvan á Lakjuni við sær á fund. Hetta fyri at vísa politiska myndugleikanum, júst hvørji krøv verða sett, um leikirnir skulu hýsast.
- Og hesi krøv eru greiðari nú, enn tey nakran tíð áður hava verið, sigur Heðin Mortensen.
Og hann leggur afturat, at tey fegnast um greiðu boðini, sum nú eru givin.
- Vit hava snøgt sagt fingið útflýggjað eitt fullfíggjað yvirlit yvir, hvat verður kravt av Føroyum, um vit skulu hýsa leikunum. Til 2009 skulu vit hava gjørt eitt púrasta greitt prospekt, har vit í smálutum greiða frá. Ikki bara, hvussu vit ætla at hýsa leikunum, men hvussu vit gera, um vit hýsa leikunum.
- Og hetta skal fevna um snøgt sagt allar partar av málinum. Vit skulu vísa á yvirorðnaðar kontaktpersónar. Ábyrgdarfólk fyri hvørja ítróttagrein sær skulu setast, og vit skulu neyvt upplýsa, hvussu nógvar dómarar vit hava, og hvussu nógva hjálp vit hava tørv á í so máta. Tað er so helst nakað, sum tey hava lært av hesum leikunum. Ja, sjálvt gólvundirlag við meira skal upplýsast innan einstøku greinarnar.
- Hartil skulu hotell-facilitetir upplýsast. Hvat slag, og hvussu nógv tað kostar. Hvat tað kostar at ferðast til Føroya. Hvussu nógv fólk kunnu ferðast um flogvøllin. Hvussu land ella onnur stuðla. Ja, snøgt sagt allar smálutir. Og eg eri fegin um, at tilfarið er so nágreiniligt, tí so vita vit akkurát, hvat vit skulu arbeiða við.
- Snøgt sagt er støðan tann, at vit púrasta neyvt skulu lýsa, hvørjar fortreytir vit hava. Tað snýr seg ikki longur um at selja vøruna. Men heldur at vísa, at tú hevur vøruna.
12-14 greinar
Tær ítróttagreinar, sum kunnu vera á oyggjaleikum, eru 18 í tali. Av hesum skal vertstjóðin bjóða sær til at hýsa 12-14, og í verandi løtu kunnu Føroyar hýsa 12 av hesum. Verða nakrir tennisbanar bygdir afturat, kann talið økjast til 13.
- Tann parturin skuldi verið nóg so greiður hjá okkum. Kurvabólt, squash, jollusigling, golf og beach-volley kunnu vit ikki hýsa. Tí vit hava ikki neyðugu fasilitetirnar.
- Til hinar greinarnar hava vit fasilitetirnar í lagi, ella fáa tær í lagi innan tvey ár. Tennis kann kanska gerast ein lítil trupulleiki, men tað kostar so ikki alla verðina, um myndugleikarnir ynskja at gera fleiri banar. Men hinvegin kann talan eisini verða um innandura tennis.
Nokk við tosi
Týdningarmest av øllum heldur Heðin tó vera, at allar Føroyar beinan vegin fara í holt við at brynja seg út til at hýsa leikunum.
- Tað arbeiðið skal ígongd, so skjótt sum vit koma heim. Umsóknin hjá okkum til landsstýrið og kommunurnar um stuðul hevur ligið í tvey ár. Og enn hava vit ikki fingið svar.
- Men hesa ferð vóru vit so heppin, at vit høvdu bæði løgmann og mentamálaráðharran við á fundinum. Og har kundu teir so sjálvir staðfesta, hvussu álvarsligt tað er. Nú er ikki longur nóg mikið við at tosa. Tað skulu meira enn bara orð til.
- So eg vil siga tað soleiðis, at nú er bara at fara til arbeiðis. Og fáa gjørt hesi tingini. Ynskja Føroyar at hýsa leikunum í 2015, so skulu vit gera okkara heimaarbeiðið.










