Tók sína tíð at venja meg við føroyska nærleikan

Tað, sum hendir í Tjørnuvík, hevði aldrin hent í Amsterdam

- Tað hevur tikið eina løtu at vant meg við føroyska nærleikan.

Tað sigur niðurlendska listakvinnan, Floortje Zonneveld, sum hevur búleikast í Tjørnuvík nú í eina tíð.

 

Í Sosialinum hetta vikuskiftið er eisini eitt stórt mentanarblað, sum Dorit Hansen ritstjórnar.

 

Í blaðnum er samrøða við niðurlendsku listakvinnuna, sum sigur, at sambandið, hon hevur við tjørnuvíkingar, hevur stóran týdning.

 

Í samrøðuni lýsir hon eisini munin á at búgva í Amsterdam og at búgva í Tjørnuvík, og um rúmini, vit skapa okkum.

 

- Í Amsterdam er eingin, sum heldur eyga við tær. Eingin. Í Føroyum ert tú ongantíð ósædd, staðfestir hon.

 

Hon sigur, at tjørnuvíkingar hava verið ótrúliga gestablíðir. Vaskimaskinan hjá henni gekk fyri, men tá ið grannarnir fingu tað við, vístu tey henni, hvussu hon slapp inn í kjallaran hjá teimum at vaska klæðir.

 

Hon sigur at tað hevði ikki hent í Amsterdam. Har fært tú frið at passa teg sjálva, og manglar tú sukur ein sunnumorgun, fert ikki á gátt hjá grannunum, sigur hon

 

- Í Tjørnuvík havi eg verið noydd at lært meg, at tað er í lagi, at eg standi langt inni í húsunum hjá fólki, áðrenn tey vita av mær. Her eru eingir garðar rundan um húsini, og her eru ongar duraklokkur. Fólk fara bara á gátt, sigur Floortje og smílist.

 

– Tað hevur tikið eina løtu at vant meg við føroyska nærleikan, sigur hon

 

Úrslitið hjá henni av steðginum í Tjørnuvík, er listaverkið “Havið og eg”, sum í løtuni er við á Várframsýningini í Listaskálanum.

 

Í mentanarblaðnum er eisini samrøða við Guðrið Poulsen um samstarvið millum LISA og Sunda kommunu, og um darvandi arbeiðsumstøður hjá nýggjum listafólkum í Havn.

 

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar kommunu, viðmerkja eisini støðuna.

 

Harumframt hava vit tosað við Boga Andreasen, samskipara á Reinsarínum, um tær synergi-effektir, sum eitt slíkt spælistað skal hava. Og vit práta við Jenny C. Petersen og Eyðun Johannessen, sum í hesum døgum kunnu fegnast um góða móttøku av Kravravnum, um menningina á Tjóðpallinum og møguleikarnar í nýggja Tjóðleikhúsinum.

 

Mentan hevur sum altíð eisini sett rúm av til ummæli og til barna- og bókasavnsmentan. Vár Berghamar Jacobsen ummælir dramafestivalin LeikREAD, Marna Jacobsen ummælir Føroyskar barnabókmentir eftir Turið Sigurðardóttir, og Vónbjørt Vang ummælir skaldsøguna Men lívið livir eftir Knud Hamsun.

 

Harumframt er grein eftir Hanus Kamban um skaldið og sangaran, Leonard Cohen.