Seinnpartin í gjár kom eldur í burturkast sum lá á støðini hjá IRF í Trøllavík í gjárkvøldið.
Eldurin varð fráboðaðu beint eftir klokkan 15. Seinnapartin í gjár og tað tók næstan tríggjar tímar at sløkkja.
Fólk frá IRF hevði verið eftir burturkastið og hevði vippað tað í slokuna til ruskpressuna.
Men so hoyrdu teir ein lítlan brest og so kom eldur í burturkastið. Menninir royndu at sløkkja, men tað læt seg ikki gera og tískil lótu teir alt aftur og boðaðu løgregluni frá.
Løgregla og sløkkilið vóru skjót á staðið, men løgreglan sigur, at tað var so nógvur roykur, og so heitt, at tað var illa arbeiðandi. Men tað eydnaðist at basa eldinum og Løgreglan sigur, at klokkan 17.45 var sløkt.
Løgreglan sigur, at hóast tað tók næstan tríggjar tímar at sløkkja, var ongin vandi á ferð sum so, tí har er næstan bara betong og sostatt er at kalla einki sum brennur, uttan sjálvt ruskið.
Løgreglan sigur, at síðani hava tey kannað ruskið, men ikki funnið nakað, sum kann hava elvt til eldin.
Hinvegin verður lagt afturat, at er tað so, at fólk tveita okkurt eldfimt í ruskbingjurnar, er tað ógvuliga óheppið, tí skaði kann standast av.
Tí verður heitt á fólk um at vanda sær um, hvussu tey handfara burturkast. Samstundis verður mint á, at tað ber eisini til at fara á sjálva støðini við ymiskum, sum er ov vandamikið at beina burtur saman við tí vanliga burturkastinum.










