Tók fáar minuttir at selja øll atgongumerkini

Í dag klokkan 15 og klokkan 19 verður Nýggjárskonsertin 2016 í Norðurlandahúsinum.

 

Sum vanligt er, so hevur gravgangur verið eftir atgongumerkjum, sum øll vórðu útseld upp á fáar minuttir.

 

– Tað sigur eitt sindur um, at tit hava stórar væntanir, og vóna vit aftur í ár at sleppa at geva tykkum eina góða uppliving við okkara fjølbroyttu nýggjársskrá. Føroyska íkastið til skránna hesaferð er Amandas Tango hjá Magnusi Johannesen og Flóvin Bænadiktsson hjá Atla Kárasyni Petersen.

 

Soleiðis sigur Poul Jákup Thomesen, sum er formaður í Føroya Symfoniorkestri í skránni.

 

Hann sigur eisini, at undan jólum høvdu tey tvær jólakonsertir, sum eisini vóru útseldar langt áðrenn, skráin var kend og konsertin lýst, so tey í symfoniorkestrinum kenna veruliga, at tey hava stóran stuðul við mongum og trúgvum áhoyrarum.

 

Og Poul Jákup Thomsen heldur fram:

 

» – Leikárið 2015 - 2016 hevur verið eitt spennandi ár, har vit til útseldu heystkonsertina spældu kendu violinkonsertina hjá Tchaikowsky. Solisturin var Eric Silberger úr New York.

 

Mong av tykkum høvdu eisini høvi at síggja konsertina jóladag í Kringvarpinum.

 

Í vár verða, umframt tær 14 skúlakonsertirnar, eisini tvær áhugaverdar konsertir. Fyrst er tað íslendska konsertin í februar, har solisturin verður tann kendi hornspælarin Stefan Jón Bernharðsson, sonur okkara egna dirigent. Várkonsertin í mars bjóðar tykkum eisini stór verk. Solisturin er enski Guy Johnston, sum spælir Cellokonsertina hjá Elgar, eitt verk, sum er mett at vera ein av heimsins bestu cellokonsertum. Seinni partur av skránni er 6. symfoni hjá Tchaikowsky - Pathétique - tann kensluborna, hvørs tema hevur verið brúkt í fleiri filmum.

 

Vit rokna við, at tað eisini verður gravgangur eftir atgongumerkjum til hesar konsertirnar, so tað ræður um at vera í góðari tíð!

 

Føroya Symfoniorkestur hevur nú fingið eina heimasíðu, har tað ber til at kunna seg um virksemið og síggja nær konsertirnar eru og hvat vit spæla. Eisini ber til at koma í samband við orkestrið og at síggja myndir og sjónbond frá konsertum.

 

Á heimasíðuni www.fso.fo ber til hjá einstaklingum og fyritøkum at tekna seg sum lim í Vinarfelagnum hjá FSO. Eisini ber til at tekna seg sum stuðul hjá orkestrinum.

 

Ongin nýggjárskonsert uttan ein góðan solist, og soleiðis verður eisini í ár. Hesaferð hava vit leitað okkum til Metropolitan Opera í New York. Vit hava verið so heppin at fáa íslendsku songkvinnuna Dísellu Lárusdóttir at koma at syngja saman við kóri og orkestri. Dísella hevur fingið sera góð viðmæli frá m.a. New York Times og Opera News, so her er avgjørt okkurt at gleða seg til!

 

Gott nýggjár og góða konsert Poul Jákup Thomsen, formaður «

 

 

Skrá til konsertirnar í dag sær soleiðis út:

 

John Williams: Olympisk fanfara og tema.

Georg Friedrich Händel: Zadok the Priest, kór og orkestur

Wolfgang Amadeus Mozart: “Dove sono”, aria úr Brúðleypi Figaros

Johan Halvorsen: Bojarernes Indtogsmarsch

Magnus Johannesen: Amandas Tango

Gaetano Donizetti: “Quel guardo”, aria úr Don Pasquale

Charles Gounod: Judex úr Mors et Vita

Atli Petersen: Flóvin Bænadiktsson

Reinhold Gliere: Russiskur matrósa dansur

Steðgur

Hans Christian Lumbye: Champagner gallop

Alexander Borodin: Polovetsara dansir, við kóri

Aram Katjaturian: Sápildansur

L. Bernstein: “Glitter And Be Gay” aria úr Candide

Ronan Hardiman: Lord of the dance

Franz Lehar: Vilja Lied, úr “Káta einkjan”

Johann Strauss: Radetzky marsjur