Talan tykist vera um fullkomnan ruðuleika í landsliðsleguni hjá Togo. Sunnudagin stóð greitt, at spælararnir ikki vóru farnir í flogfarið, sum skuldi taka liðið til Dortmund, har dysturin móti Sveis er á skránni í dag.
Trætan snýr seg um bonus-pengar, sum spælararnir vilja hava frá fótbóltssambandinum, og týski venjarin hjá liðnum, Otto Pfister, sigur seg ikki hava nóg stórt vald til at steðga verkfallinum. Pfister segði seg annars úr venjarastarvinum undan fyrsta dystinum júst orsakað av trætuni men hann hevur síðani játtað at leiða liðið kortini.