Tórshavnar býráð fer á fundi í kvøld at taka støðu til tilmælini frá havnameistaranum, havnanevndini og fíggjarnevndini um at keypa tvey matrikkulnummar millum Mullers Pakkhús og skipasmiðjuna Mest í Sigmundargøtu. Á ognunum stendur ein niðurbrunnin toft.
Komunan hevur tingast við Eik, sum selur ognirnar, og Eik er sinnað at selja fyri 1,1 mió. krónur.
Hetta hongur ikki saman við tí, sum Súni Schwarts Jacobsen segði við Sosialin 9. mars. Hann segði tá, at hægstbjóðandi fær ognina.
Portalurin veit, at Eik hevur fingið boðið 1,2 mió. krónur fyri ognirnar. Viðkomandi bjóðaði 1,2 mió. krónur fyri ognina. Men svarið frá Eik var:
- Vit meta, at kr. 1.200.000 fyri ognina, sum hon liggur, uttan at lýsa hana alment til sølu, er ov lítið.
Tað hevur ikki eydnast í dag at fáa eina viðmerking frá EIK-stjóranum.