Toftanes sýnir fram í Danmark

Leygardagin letur upp listaframsýning á Fjóni, har føroyski listamaðurin Sámal Toftanes sýnir verk fram.


Framsýningin verður í Galleri Solvognen, Langø, ið liggur norðanfyri Odense, og umframt verk hjá Toftanes eru eisini verk hjá donsku listakvinnuni Anne Grethe Aaen við á framsýningini.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, Sámal sýnir fram í Danmark. Fyri nøkrum árum síðani sýndi hann fram bæði í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Lønstrup í Norðurjyllandi.

 

Sámal hevur 18 málningar við á framsýningini hesaferð. Málningarnir eru allir málaðir í summar, og Sámali líkt kemur íblásturin til myndevnini fyri tað mesta úr nærumhvørvinum. Eisini eru nakrar fólkalívsmyndir.

 

Ferniseringin verður leygardagin kl 15. 00.