Toftamenn vunnu í Trongisvági

Fyrsta bríksl við Stórá í Trongisvági, har Royn eigur heimavøll, og har B68 er gestur, var klokkan 13.

B68 hevur tíðliga seinnapartin tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Toftamenn vunnu 4-0 í Trongisvági ímóti Royn.

Otto Reinert Petersen legði B68 framum í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki skoraðu Debes Danielsen við brotssparki, Áki Johannesen og aftur Debes Danielsen.

Royn – B68: Stephan Petursson kl. 13.00

HB – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 16.30

Skála – AB: Petur Reinert kl. 18.00

Undrið – KÍ: Rúni Olsen kl. 18.00

TB – FC Suðuroy: Johan Petur Michelsen kl. 18.00

B71 – ÍF: Alex Troleis kl. 18.15

B36 – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 19.00

EB/Streymur – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00

 

Beinleiðis frásøgn:

LIÐUGT

0-4

90) 0-4

83) 0-4

0-4: Debes Danielsen

Bólturin verður spældur úr vinstru og flatt innum miðverjuna, har Debes Danielsen verður púra leysur og skorar.

73) 0-3

B68 hevur alt spælið, og síðstu løtuna hava toftamenn havt tríggjar stórar málmøguleikar, men støðarer framvegis 3-0.

Eftir fyrra hálvleik var B68 frammanfyri 1-0 við máli, sum Otto Reinert Petersen skoraði.

Fyrsta korterið eftir steðgin skoraði B68 tvey mál. Debes Danielsen økti til 2-0 við brotssparki, og Áki Johannesen stútaði til 3-0, eftir at tað varð lagt innfyri úr vinstru við frísparki.

Líkindini í Trongisvági eru av teimum bestu, og bólturin er nú mest sum alla tíðina á Royn hálvuni.