Toftamenn skulu ansa sær

1. DEILD: B68 eigur í dag heimavøll, meðan 07 Vestur skal spæla á Eiði

Í gjárkvøldið var farið undir fjórða umfar í næstbestu fótbóltsdeildini. Tá vóru tveir dystir:

Víkingur vann 4-1 á heimavølli ímóti B36, og NSÍ vann 2-1 í Gundadali ímóti HB.

Seint seinnapartin vera tríggir dystir.

07 Vestur skal norður í Hólman á Eiði at dystast við EB/Streym. 07 Vestur er ósigrað og hevur sjey stig, og hevur harvið møguleika at leggja seg upp á síðuna á oddaliðnum Víkingi. EB/Streymur hevur eitt stig og hevur bara B36 aftanfyri seg.

KÍ, sum eisini hevur sjey stig, fær vitjan av B71, sum hevur fýra stig.

B68 fær vitjan av teimum næstbestu á Skála. B68 tapti síðsta leygardag 4-2 í Sørvági. Toftamenn hava fýra stig, og tí verður neyðugt at vinna fulla úrtøku ídag, um toppurin ikki skal verða ov langt burtur.

Skála hevur trý stig. Fyri einari viku síðani vóru skálamenn vónbrotnir um, at avrikið á heimavølli ímóti EB/Streymi ikki bar meiri enn 1-1 við sær. Allir tríggir dystirnir hjá Skála eru endaðir við javnleiki.

 

KÍ – B71: Rani A. Skaalum kl. 16.30

EB/Streymur – 07 Vestur: Aron Sofus Vest kl. 17.00

B68 – Skála: Bjarki Danielsen kl. 16.00